|
Nýggjur Nintendo DS litur
|
|
Nú vera sjey litir at velja millum av tí mest selda handheld spælisysteminun í heiminum, Nintendo DS. Tann nýggji liturin, sum eitur Cobalt/Black, kemur í handlar 10. februar. ![]() Sjálvur haldi eg hetta sær sexut út, og kundi væl hugsað mær at fingi fatur á einum! Men, alas, hesin liturin er fyribils bert tøkur í Norður Amerika. |
|
03/02/2008 klokkan 04:34 - HForce
Viðmerkingar (2)
|
|
Tjena pengar uppá at spæl
|
![]() Í endanum av 2007 útkom spælið Kwari, har møguligt er at vinna pengar uppá at fragga mótstøðumannin. Metur tú teg vera betri enn flest onnur til "First Person Shooter" spøl kanst tú royna teg við hesum spælinum. Mannagongdin er tann, at tú keypur skot ígjøgnum heimasíðuna hjá Kwari, fraggar mótstandarin og hareftir fær yvirskot á konto'ina hjá tær. Harafturímóti klárar ein mótstøðumaður at skjóta teg til grundar missur tú pengar uppá hetta. Á listanum á heimasíðuni sæst, at spælarin 'Sinister' hevur vunnið fleiri túsund dollarar. Spælið er ókeypis at taka niður og spæla. Kelda: http://www.kwari.com/ |
|
01/02/2008 klokkan 15:23 - dreaKan
Viðmerkingar (7)
|
|
Skype á PSP
|
![]() Nú ber til at tosa gjøgnum Skype á tínum PSP! Sony hava útgivið version 3.90 uppdateringina, sum hevur hesa funktiónina. Hetta ljóðar spennandi, men har eru ringar nýggheitir fyri nógv av okkum. Skype riggar bara á tí nýggja PSPinum, PSP Slim. Hetta er tí funktiónin hevur brúk fyri tí eyka RAMinum sum er í PSP Slim. Ein PSP "lock-on" mikrofon kemur skjótt út, so mann kann tosa. Inntil tá ber til at brúka mikrofonina sum fylgdi við SOCOM. Sum vanligt, tú kanst downloada uppdateringina gjøgnum Network Update á tínum PSP, ella her. |
|
30/01/2008 klokkan 14:07 - HForce
Viðmerkingar (0)
|
|
Super Smash Bros. Brawl
|
||
|
||
|
30/01/2008 klokkan 13:40 - HForce
Viðmerkingar (2)
|
|
Update: Gaming.fo
|
![]() Nú hevur Gaming.fo veri uppi í eina góða viku! Eg haldi tað hevur gingið alright, og eg vóni at tað fer bara at ganga frameftir. ![]() Tað næsta vit vilja gera er at skipa fyri tiltøkum. Vit hava kontakt við Elding, og hava ætlanir um at skipa fyri onkrum stuttligum tiltaki har. Vit mangla bara at fáa nøkur ting ordnaði fyrst. Viðvíkjandi heimasíðuni. Eg veit har eru ymisk ting sum ikki riggað heilt sum tey skulu. Til dømis at "Seinastu Tíðindir/Innlegg" til høgru bert ganga upp til 4, ikki til 9 sum tey eiga. Hann sum ger heimasíðuna hevur fingið ein lista av ymsum fixum sum skulu gerast. hann er bara for sløvur til at hava gjørt tey enn. Eg blívi við at pressa hann. ![]() Hvussu halda tit annars tað gongur? Hvat burdu vit gjørt fyri at gjørt tað betur? Kom endiliga við uppskotum. Og minst til, vit hava eisini eina "Feedback" sektión í forums, so tað er bara at koma við hugskotum! |
|
29/01/2008 klokkan 12:27 - HForce
Viðmerkingar (0)
|
|
ESWC kunngerð DotA reglar
|
![]() Tað hevur veri nógvur spenningur um at Electronic Sports World Cup (ESWC) hava avgjørt at halda eina Defense of the Ancients (DotA) kapping. Teir hava nú kunngjørt reglarnar:
- Fullir Reglar (7 síður) |
|
29/01/2008 klokkan 07:10 - HForce
Viðmerkingar (3)
|
|
Birdbay Linkers í Fuglafirði
|
|
Fríggjakvøldið 25. januar og til sunnumorgunin 27. er linking (lan-party) í Lonini í Fuglafirði. Ongar almennar kappingar vera hesaferð, men ofta plaga spælararnir sjálvir at finna uppá okkurt og eisini er Nintendo Wii er bjóðað við at undirhalda ![]() Eisini er ein innanduratími leygarkvøldið kl. 23-24, ókeypis fyri teir, ið eru við á linkingini. Kostnaðurin fyri linkingina er 150,- fyri tvey kvøld og 100,- fyri eitt. Meira upplýsingar eru á BirdbayLinkers.com - Fyriskipararnir |
|
24/01/2008 klokkan 20:33 - bugvi
Viðmerkingar (12)
|
|
Optimera heilan við Fps-Brain
|
||||
|
||||
|
24/01/2008 klokkan 15:36 - dreaKan
Viðmerkingar (7)
|
||||











