Gameplay víst fram úr Dragon Age: The Veilguard
12/06/2024 klokkan 07:58 - HForce


Fyri tíggju árum síðani kom Dragon Age: Inquisition út, og endiliga sær tað út til at eftirfylgjarin rakar okkum. Nýggjasta spælið varð fyrst kunngjørt í 2018 við navninum Dragon Age 4, og hevur síðani tá skift navn fleiri ferðir. Spælið fer altso at eita Dragon Age: Veilguard.

BioWare hevur júst víst fram 20 minuttir av gameplay úr spælinum. Persónliga haldi eg, at grafikkurin er yvirraskandi flottur fyri hetta slagið av spæli. Spælið brúkar sama Frostbite Engine sum fyrru spølini, og ætlanin á konsolum er at tú skalt sleppa at velja millum "performance" og "quality" stillingum. Eftir planinum skalt tú sleppa upp á 60fps um tú ynskir tað framum penari grafikk.

Tú sært gameplay niðanfyri úr Dragon Age: Veilguard, sum verður útgivið í heyst á Windows, PlayStation 5 og Xbox Series X/S.


Viðmerkingar: 1
Síða [1]
HForce

24/06/2026

Stað: -
Innlegg: 4402
# 1 - 12/06/2024 klokkan 10:56

Eg spældi bara tað fyrsta Dragon Age, og bleiv ikki eingong liðugur við tað. Leyp Inquisition um. Man tað ber ok væl til at leypa inn í Veilguard uttan at kenna restina av søguni so væl?

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.