| Civilization VII kemur í februar 2025 |
|
21/08/2024 klokkan 13:54 - HForce
Viðmerkingar (0)
|
![]() Tað fyrsta Civilization kom út áðrenn nógvir gaming.fo brúkarar vórðu føddir, heilt afturi í 1991. Nýggjasta útgávan kom út í 2016, skjótt eitt áratíggju síðani. Nú fáa vit (nøkulunda) skjótt Civilization VII, sum kemur út tann 11. februar 2025 á PC, PlayStation, Xbox og Nintendo Switch. Tú kanst longu nú pre-keypa eina Collector's Edition, sum stuttligt nokk inniheldur alt møguligt men ikki eitt eintak av spælinum. Sí trailaran fyri Sid Meier's Civilization VII niðanfyri. |
| Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar. |





