| Shigeru Miyamoto sigur at Nintendo vil ikki brúka vitlíki |
|
26/09/2024 klokkan 11:42 - HForce
Viðmerkingar (0)
|
![]() Vitlíki gerst alsamt meira týðandi hjá nógvum fyritøkum, eisini hjá spæl mennarum. Bæði PlayStation og Xbox hava tosað um, at vitlíki verður ein størri partur av teirra framtíð. Men Shigeru Miyamoto sigur at hjá Nintendo vilja tey ikki gera sum øll onnur: "Tað kann tykjast sum um, at vit bara fara í eina øvugta leið fyri at gera nakað øðrvísi, men í veruleikanum royna vit at finna tað, sum ger Nintendo serstakt. Tað verður tosað nógv um t.d. vitlíki. Tá tað hendir, byrja øll at fara í somu leið, men tað er júst tá, at Nintendo heldur vil fara í eina aðra leið."
|
| Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar. |





