| Endiliga er Nintendo Switch 2 avdúkað |
|
16/01/2025 klokkan 14:38 - HForce
Viðmerkingar (3)
|
![]() Útsjóndin á næstu maskinuni hjá Nintendo er likin fleiri ferðir í seinastuni, men endiliga fáa vit eina veruliga avdúking frá sjálvum Nintendo. Næsta maskinan eitur Switch 2, og líkist sera nógv henni vit longu hava. Hon hevur ein størri skerm, og eitt sindur keðiligari litir. Nýggi avdúkingar trailarin fortelur, at hon verður eisini før fyri at spæla tey Switch spølini vit longu eiga, bæði fysisk og talgild. Vit fáa meira at vita til eitt Nintendo Direct tiltak tann 2. apríl. Higartil hava vit filmin sum tú sært niðanfyri. |
Viðmerkingar: 3
Síða [1] |
|
HForce 24/06/2026Stað: - Innlegg: 4402 |
# 1 - 16/01/2025 klokkan 15:03
Eg havi enn mín góða gamla Switch Lite. Eg umhugsaði at keypa Switch OLED, men valdi at bíða eftir 2'aranum. Glaður fyri at eg bíðaði, nú gleði eg meg.
|
Likka_64 --Stað: - Innlegg: 259 |
# 2 - 16/01/2025 klokkan 15:57
Eg hopi bara at joycon drift er ikki til meir |
HForce 24/06/2026Stað: - Innlegg: 4402 |
# 3 - 16/01/2025 klokkan 15:58
16/01/2025 klokkan 15:57 - Likka_64: Eg hopi bara at joycon drift er ikki til meir Tey mugu hava lært frá seinast ... ikki? |
| Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar. |

24/06/2026




