Nintendo Switch 2 kemur 5. juni
02/04/2025 klokkan 20:14 - HForce


Nintendo hevur nú endiliga kunngjørt dagin, tá næsta útgávan av teirra sera vælumtókta spælikonsoll kemur út. Nintendo Switch 2 verður tøk frá 5. juni og fer at kosta 449,99 dollarar í standardútgávuni. Ein Mario Kart World-pakki verður eisini tøkur fyri 499,99 dollarar.

Í Evropa verður møguligt at forkeypa konsollina frá 8. apríl, og prísurin er settur til €469,99 í Týsklandi og £395,99 í Stórabretlandi.

Nintendo Switch 2 hevur fingið nógvar tekniskar dagføringar samanborið við upprunaligu Switch frá 2017. Konsollin hevur nú ein 7,9-tumma 1080p skíggja, sum kann koyra upp til 120Hz, og ein 4K dock, sum kann upskala spøl á sjónvarpinum. Joy-Con 2 stýrini eru eisini umskapt og kunnu brúkast sum mús, og innbygda goymslan er nú 256GB - nógv meira enn tey 32GB, ið upprunaliga Switch hevði.

Størsta spælútgávan til lanseringina er uttan iva Mario Kart World, sum kemur út saman við Switch 2 tann 5. juni. Spælið hevur open-world mode, veður- og tíðartengdan grafikk og stuðlar heilt upp til 24 spælarar í einari kapping.

Nintendo avdúkaði eisini fleiri nýggjar lutir til konsollina, so sum eina Switch 2 myndatól til video-samrøður, ein Switch 2 Pro Controller við programmerbarum knøttum aftanfyri, og at GameCube-spøl verða tøk á Switch 2.

Niðanfyri er eitt video frá Nintendo við upplýsingum um Nintendo Switch 2.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.