Tilmelding er opnað til GameJam Føroya 2025
05/08/2025 klokkan 19:23 - HForce


GameJam Føroya verður aftur í ár, og tað merkir eitt vikuskifti við forritan, grafikki, tónleiki – og sjálvandi nógvum spølum.

Tiltakið verður hildið 5.–7. september á Skúlanum á Fløtum í Havn, har dyrnar lata upp fríggjadagin kl. 16:00. Tá kunnu luttakarar møtast og gera bólkar, og klokkan 18:00 verður evnið avdúkað. Síðani hava øll 48 tímar til at menna sítt egna spæl – antin telduspæl ella borðspæl.

Hóast ongin stórur vinningur er upp á spæl, verða smáir heiðrar latnir teimum, ið vísa serlig avrik. Men sum fyrireikararnir sjálvir siga: at vera við er ein vinningur í sær sjálvum.

Tiltakið er ókeypis, og øll 18+ kunnu luttaka – og yngri kunnu vera við, um tey hava foreldur við. Tó er pláss bara fyri 45 luttakarum, so tað er eitt gott hugskot at melda seg til skjótast gjørligt á gj.fo.

Tað er eisini vert at leggja merki til, at tú mást sjálvur taka alt við, tú skalt brúka – bæði telduútgerð, printara og borðspælstilfar. Og ja, inniskógvar eisini.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.